Eftir at hava hoyrt Paula T. Petersen ígjárkvøldi 23.08.2019 greiða frá eini soo fittari søgu um Bárður, rann mær í hug eina aðra soooo fitta søgu. Í hesum føri eru tølini harafturat røtt:
Eg skal royna at endurgeva orðarætt:
Ímeðan pápin ein morgun smurdi matpakkan, spurdi dóttirin:
Hví grenja føroyingar um at gjalda bara 20, 100, 300 kronur í Vága og Norðoyatunli?
Pápin:Jú tað skal eg siga tær: Har velja tey serliga Samband og Fólkaflokk, og tí skulu tey straffast. Á hendan hátt fáa vit eisini 40 milliónir krónur eyka inn árliga .
Dóttirin:Hvat kostaðu tunlarnir?
Pápin: 280 + 395 mill. Tú dugir so væl at rokna, so tú veit at tað eru 675 milliónir
Dóttirin:Hvussu nógv hava tey goldið higartil fyri tunnilin?
Pápin:Tey hava bara goldið 500 milliónir krónur í Vágatunlinum og 658 mill kr í Norðoyatunlinum ella uml 1200 mill krónur.
Dóttirin:Jamen, so hava tey goldið tunlarnar 2 ferðir aftur, ha?
Pápin:Ja, Babba heldur, at tú er soo gløgg. Men tey skulu eisini gjalda partapeningin, tey longu einaferð hava goldið um skattin, einaferð afturat í bummpengum.
Dóttirin:Hvussu nógv hava tey tá goldið?
Pápin:Tá hava tey goldið 2200 milliónir krónur. Ella áleið tað sama sum bæði Eysturoyartunnil og Sandoyartunnil tilsamans kosta at gera.
Dóttirin:Tá hava tey goldið tunlarnar næstan 4 ferðir aftur. Er tað ikki skeivt, tá allir aðrir tunlar eru goldnir 100 % av landinum og eru ókeypis at koyra ígjøgnum?
Pápin: Nú spyrt tú meira enn gott er. Men sjálvt um tað er knallandi órættur, so er tað solidariskt. Eg havi verið einaferð í Klaksvík seinastu 10 árini, so vit gjalda eisini solidariskt.
Dóttirin:Hvat er solidaritetur?
Pápin:Babba letur hini gjalda, so at vit sleppa undan at gjalda!
Tá segði Dóttirin eftir umhugsan: Tað skilji eg ikki.
Og tað geri eg heldur ikki.
Vinarliga Marjus Dam, fyrrverandi løgtingsmaður Sambandsflokkurin
(Pápin=samgongan ímillum Javna, Tjóðveldi og Framsókn)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald