Tá ið ábyrgdin fyri eldraøkinum var áløgd kommununum 1.januar 2015, varð ásett, at lógirnar, sum skipa eldraøkið, skuldu endurskoðastfimm ár eftir, at lógirnar vóru settar í gildi. Tað vil siga í 2020. Metastskal m.a. um, hvørt afturberingarleisturin er nøktandi, um markamótini millum kommunurog millum land og kommunur eru nóg greið, og um kommunalu samstørvini virkaeftir ætlan, so tey eldru fáa nøktandi tænastur um alt landið.
Arbeiðið við nýggjari vælferðarlóg reisti eisini fleirispurningar m.a. um avleiddan tørv á atgera broytingar í eldralógini.
Sambært lóg umheimatænastu og eldrarøkt er beinleiðis ásett, at lóggávan skal endurskoðast í 2020. Og í serliguviðmerkingunum til hesa áseting stendur, at endurskoðanin skal fara fram ísamstarvi við Kommunufelagið. Tí eiga broytingar í eldralógini fyrst og fremst at verðagjørdar í framhaldi av eini endurskoðan, har fakligi førleikin, innlitið ogáhugamálini í kommununum eisini eru umboðað, og ikki sum einvís stig frá landsstýrinum.
Tí havi eg sett landsstýriskvinnuni viðalmannamálum ein fyrispurning um hetta. Eg vil hava landsstýriskvinnuna atgreiða frá, nær hon ætlar at seta gongd á arbeiðið við at endurskoða eldraøkið.Og eisini vil eg hava at vita, hvussu hon ætlar at leggja arbeiðið til rættis, soleiðisat endurskoðanin á ein skipaðan hátt greinar og lýsir allar viðkomandi tættir,grundað á tær royndir, sum eru gjørdar síðani kommunurnar yvirtóku ábyrgdina avøkinum.
Heðin Mortensen,Javnaðarflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald