Politikkur

Eitt trongari samfelag

...

2019-08-12 06:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Tey júka upp í saman, at samfelagið er vorðið rúmligari.
Men passar tað?
Nei! Als ikki. Samfelagið er vorðið trengri og kaldari.
Eitt gott prógv um tað er grein hjá Kristiannu Winther Poulsen úr Javnaðarflokkinum, har hon ger viðmerkingar til valskránna hjá Miðflokkinum og eisini dregur Fólkaflokkin uppí!
Her skrivar hon sera ljótt um ???homofobiskar útsagnir frá hvítum, priviligeraðum monnum, sum royna at tvíhalda um, at vit skulu hava eitt land, sum útihýsir heilum bólkum av menniskjum.???
Hoyrdu tit??: ???homofobiskar útsagnir frá hvítum, privilegeraðum monnum ??? sum útihýsa ??????
Tað er ikki nakað nýtt, at javnaðarpolitikarar royna at karaktermyrða onnur, og serliga Fólkaflokkin ??? men nú er Kristianna eisini farin at kalla og happa og rópa ókvæmisorð.
Hetta er skakandi lestur! ??? Ein roynd at fáa okkum at tiga við at kalla okkum homofobar og hvítar priviligeraðar menn ??? bara tí vit hava barst fyri at varðveita hjúnabandið ??? ikki fyri at útihýsa nakran, men tí vit halda fast við, at hjúnabandið er heilagt og gudgivið og er ein stovnur bara millum mann og konu. Tað hildu javnaðarfólk eisini bara fyri nøkrum fáum árum síðani!
Og legg merki til! Eingi argument, men niðurgering, róp og ókvæmisorð! Hetta eru metodurnar, hesi fólkini brúka.
Góðu føroyingar! Eg vil fegin ávara tykkum!
Hetta er nógv álvarsamari, enn vit ána!
Og fáa tey valdið aftur, so fara tey at halda fram á hesi leiðini!
Tað næsta málið, tey fara at koyra ígjøgnum, er uttan iva lóg um løgfrøðiligt kynsskifti, sum Kristianna W. Poulsen hevur sagt, at hon tekur undir við, og fleiri onnur eisini sympatisera við!
Hetta er Javnaðarflokkurin í dag!
Góðu føroyingar! Eitt er at tey rópa ókvæmisorð, kalla, happa og eyknevna okkum, men eg óttist fyri, at skjótt fara vit ikki at hava loyvi til at siga okkara meining um hesi tingini longur.
Fyrst skuldu tey hava 266b ígjøgnum, síðani ta kynsneutrala hjúnabandið, og nú eru tey farin at rópa ókvæmisorð og at kriminalisera tey, sum halda fast við ein klassiskan kristnan samlívsetikk.
Hjá hesum fólkunum røkkur tolsemið bara annan vegin!
Nei, Føroyar eru ikki vorðnar rúmligari, men tvørturímóti trongari og kaldari undir hesi samgonguni við Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn.
Eg stilli upp aftur til hetta valið ??? og verði eg valdur, ætli eg mær framvegis at berjast fyri at avdúka hesa siðspillandi kynsneutralu ideologiina ??? meðan eg enn havi loyvi til tað!
Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður og valevni Fólkafloksins

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder