Hvat nervar borgarnardagliga í Vága kommunu, og hvussu kunnu vit gera bygdirnar nógv meira fólkavinarligar?
So við og viðsum tú prátar við fólk, verður tú varugur við, at tað ikki eru tey stóru málini sum fylla mest ígerandisdegnum. Heldur tað, sum onkur vildi kalla smáttaríðir.
Hesir smásteinarnir sum altíð eru til fortreð í skónum. Tað hevur so lítið uppáseg at fáa teir burtur, men onkusvegna vera teir liggjandi har í áratíggju.
Nú má tíðin vera komin til at vit fáa rudda upp, og fáa hesiforagilsini beind av vegnum.
Tað kann vera ein ljótur, stoyptur garður,sum skal hava eitt sindur av máling. Ein vegjaðari sum liggur og esjar. Holir ívegnum sum skulu typpast. Nakri runnar ella blómur sum skulu fríðka eitt sindur um.Ov lítið trýst er á vatninum. Eitt parkingspláss sum manglar osfr. osfr. Alt smámál,men ikki neyturviliga hjá einstaka borgaranum. Her kann man uttan stórvegis kostna hjúkla um,og tað eigur man eisini at gera.
Eitt sindur av nærlagni og umhugsni er tað sum skal til.
Annað er gøtur til fólk sum hava hug at ferðast til gongu.
Vit hava, og gera framvegis, umstøðurnar hjá akførunum betri ogbetri. Dugi ikki rættuliga at skilja hví vit skulu byggja autostradur íbústaðarøkjunum. Hví ikki nøkur sving og nakrar smáar brekkur. Vit eiga at fylgja lendinum og útstykkjahareftir. Tað átti at verið sjálvsagt.
Her í kommununi hevur alt og illa verið lagt til rættis tá bygt hevur verið.Býlingarnir vera í høvusheitum halgaðir akførunum, og eru tí lítið hugnaligirog fólkavinarligir.Er ein kneysi skal hann slættast, og er ein kulla, ja so skal hon fyllast.
Feskasta dømið er uppi á Stórakletti í Sandavági.Har hava fleiri hús fingið eitt forberg aftan fyri húsini. Koyrivegurin er tó bæði breiður og slættur.Haldi ikki at her er rætt prioriterað.
Eitt sindur meir umhugsni og skynsemi hevði verið tiltrongt.
Miðskeiðis í70unum fóru teirundir at byggja á Tvørgarði íMiðvági. 10 ár seinni var liðugt,og síðani hevur Tvørgarður ligið sum ein forfjónaður býlingur mitt í bygdini.Bygdarráðið frá byrjani av 80unum helt tað var nógv smartari at spjaða bygdina íeystur og vestur. Eg ivist stórliga,og vil fegin taka upprunalig ætlanina um hvussu vit inrætta okkum, upp afturtil endurskoðan. Haldi at vit mugu royna at savna bygdina, og fáa hana meira fólkavinarliga.
??r Húsagarðiheim í Tvørgarð eru uml 200m. Kommunan hevur hósthetta valt at gera teinin til uml 1500m. Fullkomuliga óskiljandi! Her skuldi fyri langtsíðani veri gjørd ein gøta úr Hoygarðinum og heimeftir.Ein góð gøta við ljósihar bæði fólk, súkklur og barnavognar kunduferðast trygt.
Nú vit eru við gøtur, er merkiliga lítið gjørt fyri gongufólk og súkklur millum árog dag her í kommununi.
Í Miðvági eigur ein gøta av Heiðum niðan á Kálvalíð, og ein framvið Hýsá niðaná at vera gjørdbeinanvegin. Vit kundu síðani hildi á frá Kálvalíðsvegnum og niðan áEggjavegin.
Í Sandavágieigur gøtan fram við Stóráat halda fram heilt norð til Ravnagjógv. Eisini burdi ein gøta veri gjørd frá Fiskastykkinum niðan á vegin ??ti á Trøð.
Í hesum sambandi er neyðugt at allir traðarvegir í bygdunum verahampaðir og dagførdir.
Eitt sindur av hugna og trivna fyri tey sum hava hug at flyta segtil gongu.
Ikki nakað stórmál sum so, men her kann kommunan gera nakaðfyri trivnaðin.
Eitt heimligt, trygt og hugnaligt stað er tað vit mugu virkafyri.
Hugflog, umhugsan og nærlagni er tað, sum í høvusheitan skal til.
Oddmar Ravnsfjall valevni til býráði í Vága kommunu.
X við Framtíðarlistan- ein nýggj byrjan!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald