Í 2017 fingu sjúkrarøktarfrøðingar eina søguliga stóra lønarhækking. Men hóast sjúkrarøktarfrøðingar fingu tvífalt so nógv, sum nakað annað fakfelag tá, so krevur felagið enn einaferð meira enn øll onnur. Men eitt mark má vera.
Fíggjarmálaráðið hevur lagt stóra orku í at finna fram til eina semju við Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar. Aftaná drúgvar samráðingar fekk felagið boðið somu lønarhækking, sum onnur fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum ??? 5,8% yvir trý ár.
Og tá eru vit komin til markið.
??tgangsstøðið fyri sáttmálasamráðingarnar hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur verið, at felagið skal hava eina hægri lønarhækking enn øll hini. Hetta er kravið, hóast felagið í 2017 varð lyft søguliga nógv upp í løn.
Vit kunnu ikki strekkja okkum longur, tí tað ber ikki til, at eitt felag skal seta seg framum øll onnur og aftur hesa ferð krevja meira enn hini. Vit kunnu ikki strekkja okkum longur, tí vit kunnu ikki góðtaka ein ótálmaðan lønarvøkstur á almenna arbeiðsmarknaðinum.
36.355 krónur um mánaðin
Um felagið hevði góðtikið semingsuppskotið, sum varð lagt fyri partarnar, so hevði ein sjúkrarøktafrøðingur fingið 28.082,- krónur í grundløn, tá viðkomandi verður settur í starv, og eina endaløn, sum er 36.355 krónur um mánaðin, tá viðkomandi hevur verið í starvi í 10 ár. Við eftirløn, so verður endalønin 41.809,- krónur.
Hesi eru faktuellu lønarviðurskiftini, sum Felagið Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar hevur havnað. Felagið skal hava meira í løn enn hini. Og tá felagið ikki fær sín vilja, so gongur tað út yvir Heilsuverkið. ??t yvir sjúklingar, familjur og okkum øll.
Fíggjarmálaráðið harmast um, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar lýsa verkfall, heldur enn at royna at finna semju. Fíggjarmálaráðið hevur strekt seg langt fyri at finna eina semju og nógv krøv eru slept á vegnum. Eitt nú hevur Fíggjarmálaráðið slept einum natúrligum kravi um, at ein arbeiðssteðgur ikki skal hava hættisligar avleiðingar við sær fyri sjúklingar.
Samráðingar eru torførar. Men tá tær bera á mál, so hava báðir partar vunnið og tapt. Tað kann ikki bara vera ein vinnari.
Fíggjarmálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald