JN

Eitt hjartasuff - brúka vit og skil

...

2020-03-18 13:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Rannvá á Rógvi. lækni á Landssjúkrahúsinum skrivar á Facebook:

Eitt hjartasuff.

Koyrdi framvið í Gundadali seinnapartin. Bleiv kløkk, tá eg sá nógvar mans renna runt á vøllinum. Teir vandu fótbólt.
Hevði hetta verið fyri bert nøkrum døgum síðani, so hevði tað ikki verið so undarligt. Men í kvøld, østi hetta meg. Tá eg so hugdi inn í Burn, var sama skilið har.
Samstundis, sum fólk eru send heim frá arbeiðsplássunum, stovnarnir stongdir, og fólk verða mæld frá at møtast í felagsskapum, so eru tað ikki øll, som taka hetta til eftirtektar. Veit at flestu ítróttarfeløg, hava avlýst venjingar og dystir næstu 2 vikurnar, so dugi ikki at siga, hví hesir møttust.

Í síðstu viku, var vandin fyri at vera sjúkur av Coronavirus/Covid-19 í Føroyum lítil. Nú er støðan ein onnur. Vit hava fingið fleiri føroyingar heim, m.a. úr Danmark, sum nú, av Føroysku myndugleikunum er skrásett sum vandaøki/reytt øki.
Hevði ein av hesum monnunum verið sjúkur, so er vandi fyri, at hann hevði smittað fleiri av sínum liðfeløgum. Tað hevði so gingið stutt tíð, so høvdu teir smittað síni nærmastu, og soleiðis hevði tað hildið á fram.
Tað verður mett, at tað er ein smittuvandi, um man stendur minni enn 2 metrar frá hvørjum øðrum. Og jú longri tíð man stendur, jú størri gerst vandin. Man heldur eisini at virusið livir í upp til 3 døgn á yvirflatum. So hetta kundi bæði verið á vøllinum, men serliga í umklæðingarrúminum aftaná venjing, og á venjingarmaskinum.
Í Danmark veit eg, at flestu (um ikki øll) fitness centur hava stongt næstu tvær vikurnar.

Corona, ella Covid-19, er komið til Føroyar, og tað fer at spreiða seg. Tað er bara ein spurningur um tíð, og hvussu skjótt tað tá spreiðir seg. Spreiðir tað seg ov skjótt, gerast fleiri fólk sjúk, fólk fara at blíva innløgd og nøkur fara at hava brúk fyri intensivari hjálp. Seingjarplássini á sjúkrahúsinum, og serliga á intensivu deild, eru avmarkandi faktorar í hesum førum.
Í Italia hevur sjúkan spreitt seg ov skjótt, og har er høvuðstrupulleikin, at tey mangla intensiv pláss og respiratorar. Tey eru tí bein hørð. Ert tú eldri enn eitt vist, verður tú ikki innlagdur á intensivu deild, og er tað tann hjálpin tú hevur fyri neyðini, ja, so er tað ???too bad???.
Í Danmark gongur eisini øgiliga skjótt, og sum gongdin er nú, er vandi fyri, at støðan verður sum í Italia.

So hví ikki gera tað sum vit kunnu, so at sjúkan kann spreiða seg spakuliga, nøkur gerast sjúk í senn, og so verður ongin pláss trupulleiki á sjúkrahúsinum. Tað snýr seg bert um vikur, har vit øll fara niður í tempo, og ikki koma saman við alt ov nógum ymsum fólkum.

Tað er trupult í hesum døgum, har vit eru von við, at vit kunnu tað mesta, og at vit hava stýr á tí mesta.
Men eg veit at vit Føroyingar eiga at duga hetta, eitt nú betur enn danir. Vit eru von við, at tað er ikki øllum, sum vit eru harrar yvir.

Og vælsignaðu tit, sum eru komin heim úr Danmark seinastu dagarnar, haldi tykkum heima í tvær vikur, lat vera við at fara út at vitja fólk. Fáa tit sjúkueyðkenni, ring so til kommunulæknan.

Tað er ikki orsøk til at øll fara upp at kóka, og at fólk liggja bangin inni, men bert at man brúkar vit og skil, og at man tekur tað í álvara.

(Myndina havi eg sjálv gjørt, og hon er sjálvandi bert hypotetisk)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder