Vit skulu stremba eftir at fáa ein størri sosialan vanga út til borgaran.
Vága kommuna hevur borgarar úr øllum stættum. Ongin skal ganga heimleysur. Vit skulu hjálpa og finna loysnir tá á stendur og lívskreppur gera um seg.
Samstundis skal kommunan bjóða ymiska hjálp, sum kann lætta um gerandisdagin hjá tí, sum hevur avbjóðingar í lívinum. Vága kommuna skal vera ein virkin partur av gerandisdegnum.
Kommuna skal bjóða tilboð til fólk við minnissvinni, og atlit skal takast til atkomu hjá teimum, sum nýta koyristól og onnur hjálpartól.
Somuleiðis eigur kommunan, í mest møguligan mun, at tryggja atkomuligheit í vinnuvirksemi, so tað ikki útihýsir tey, ið hava avbjóðingar og skulu sleppa inn at nýta tilboðini .
Ein deyvatulkur eigur at vera við tá almennir fundir eru.
Virkin sum longst er eisini í okkara stevnuskrá.
Har er tankin at borgarar hava møguleika til at fáa meira burtur úr gerandisdegnum. Her kundi onkur uppgáva verið í kommununi, har brúk er fyri fólki, sum ikki longur eru á arbeiðsmarknaðinum orsakað av sjúku ella aldri. Tað besta fyri menniskja er at vera virkin og einki er so ringt sum at sita still/ur.
Vága kommuna skal rúma øllum borgarum og vitjandi.
Eitt hjarta í heildini.
Jóan Magnus Magnusson, valevni til býráðið í Vága kommunu
X við Framtíðarlistin - Ein nýggj byrjan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald