
P/F Tryggingarfelagið LÍV tíðindaskriv ??? ársfrágreiðing 2020.
Í einum ári, har flestallar fyritøkur merktu fíggjarligu avleiðingarnar av covid-19 farsóttini,hava kundar hjá LÍV fingið eitt nøktandi avkast á upp til 5,2 prosent. Harumframt hevurkundatilgongdin gjørt tað møguligt, at LÍV kann lækka umsitingarkostnaðin fyri kundar viðmarknaðarrentu.
2020 byrjaði væl og væntað varð, at góða gongdin í føroyska búskapinum seinnu árini fórat halda fram, men so kom korona-farsóttin og broytti alt. Farsóttin førdi til, at allur heimurinmeira ella minni lat aftur. Hetta hendi eisini í Føroyum 12. mars 2020. Hetta hevði ógvusligaravleiðingar við sær. Nógvar vinnur steðgaðu fullkomiliga frá degi til dags.Partabrævamarknaðirnir lækkaðu ógvusligt, og rentan fall nógv fyrstu tveir mánaðirnar av2020.
???Partabrøvini fullu nógv í fyrru helvt av 2020, og tá valdu vit at hækka partabrævaíløgurnarvið tí fyri eyga at fáa ágóðan av hesum, tá prísirnir væntandi fóru upp aftur. Tað gjørdu teir,og tí kunnu vit nú vísa á eitt nøktandi avkast til kundarnar upp til 5,2 prosent,??? sigur JanJakobsen, stjóri á LÍV.
Føroysku íløgurnar hjá felagnum seinnu árini hava eisini havt gagnliga ávirkan á avkastið tilviðskiftafólkini, og felagið ætlar at økja um íløgurnar í Føroyum, um hetta gagnar avkastinumhjá kundunum.
Tryggingarinngjøldini upp og umsitingarkostnaðurin niður
Vøksturin í fólkatalinum og lønarútgjaldinum sæst aftur í samlaðu eftirlønar- ogtryggingarinngjøldunum í 2020.
Íalt vórðu inngoldnar 375 mió.kr. í brutto tryggingargjøldum. Hetta er met og svarar til einahækking á 11,5% í mun til 2019. ??kta inngjaldið, hækkandi talið av viðskiftafólkum saman viðtálmandi rakstrarkostnaði hevur lagt lunnar undir, at nevndin hevur samtykt enn einaferð atlækka umsitingarkostnaðin á eftirlønaruppsparingini í marknaðarrentu. Fasta árliga gjaldið ákr. 300 er lækkað niður á kr. 240 í 2020.
Samanleggingin av LÍV 1 og LÍV 2 optimerar eisini kapitalstøðuna og fer at gera felagið ennmeira kappingarført í framtíðini.
Lága rentustøðið er ein avbjóðing fyri eftirlønarfeløgini og fíggjarmarknaðin sum heild, oglága rentan sæst aftur í hækkandi framtíðar skyldum hjá felagnum.
Nýggj kjarnuskipan
LÍV samtakið hevur í januar 2021 sett í verk nýggja kjarnuskipan, sum fer at økja og betra umtænastuveitingarnar mótvegis kundum og samstarvsfeløgum. Nýggjur kundaportalurverður somuleiðis tikin í brúk seinni í 2021. Við nýggju kjarnuskipanini verður m.a.kynsneutral lívrenta sett í verk seinni í 2021
Nevndin afturvald
Á aðalfundinum 28. apríl bleiv nevndin afturvald. Í nevndini eru: Høgni Olsen, formaður.Hanna í Horni, næstforkvinna. Árni Arge, Súni Selfoss og Kári Petersen, nevndarlimir.
Lyklatøl 2020
Bruttoinngjøld 375 mió.kr.
Íløguavskast 129 mió.kr.
Rakstrarkostnaður 18,5 mió.kr.
??rslit eftir skatt -3,2 mió.kr.
Eginogn 133 mió.kr.Javni 3,29 mia.kr.
Ársfrágreiðingar í LÍV samtakinum kunnu lesast á heimasíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald