Politikkur

Einvegis liberalisma

...

2019-09-06 12:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Góðu tit øll.

Eg sá á vp.fo í gjár, at 10 valevnir og 12 limir í Sambandsflokkinum hava sligið seg saman um, at verandi hjúnabandslóg skal varðveitast.

Hoyr, nú mugu tit finna útav at knekka kotuna.

Tykkara skriv gevur lesaranum eina bundna, trongskygda og einvegis fatan av liberalismu, sum heild. Sjálvt Poul og damurnar í Framsókn koma betri burturúr liberaliseringini enn tit í skrivinum.

Hvat er ætlanin hjá tykkum? At verða ein individualistiskur, partiellur ella ein homogenur flokkur í etiskum málum? Ella eru tit ein sjálv útnevnd ad hoc-komite hjá Sambandsflokkinum?

Tað sýnist sum um, at tit ikki finna bakkgear. Og sum onkur annar longu hevur viðmerkt, at tit heldur ikki finna bremsuna. Men tað er ein góður eginleiki at hava og til tíðir neyðugt at praktisera. Og tit verða ikki minni menn av, at bakka í hesum álvars málið. Tvørturímóti, kanska fer Gud at signa tykkum, um tit gera tað, sum rætt er at gera.

Men veruleikin er tann, at liberalisma fer báðar vegir og kann tískil virka fyribyrgjandi og uppbyggjandi fyri okkara høgt elskaða land. Tað er upp til tykkum, at gera tað rætta.

Um tit veruliga vilja verða liberal, so fari eg at heita á tykkum um, at brúka tykkara frælsi, juridisku rættindir og moralsku heimildir til IKKI longur, at viðurkenna trý ára gomlu út av lagi ringu, óhóskandi og vánaligu broytingarnar í verandi hjúnabandslóg.

Tann avgerðin hevði verið ein liberal avgerð hjá Sambandsflokkinum, sum eisini hevði loyst homoseksuell fólk burturúr lógartrældóminum í verandi hjúnabandslóg og út í frælsi aftur. Harafturat hevði hjúnabandslógin millum mann og kvinnu verið leyslatin úr fongslinum, har hon hevur sitið í 3 ár.

Eg rokni við, at í minsta lagi 50 % av Føroyingum ikki eru nøgdir við verandi hjúnabandslóg.

Minst til, heilagleiki ella heilagur loyalitetur hevur størri virði og er meira týdningarmikil í mun til innantóman liberalan loyalitet, sum broytist av eintáttaðum orsøkum frá val til val.

Homoseksualitetur hevur altíð verið til, er til og vil framhaldandi verða til í okkara samfelag. Tað er góðtikið. Og fólk skulu fáa frið, at verða til og liva sítt lív.

Men tað homoseksuella lívið kann ikki javnmetast ella verða partur av gudgivna hjúnabandinum, sum Gud í himlinum einans hevur ætlað til at verða galdandi millum mann og kvinnu.

Tað er ein rangur hugsanarháttur og ein pervers gerð, at arrangerað homoseksualitet, sum eina ækvivalenta hjúnabandsloysn. Tá binda til hjúnabandshugtakið við eitt vanheilagt koncept, ið er ónáttúrligt og sum aldri verður kompatibelt.

Hví? Tí Gud hevur staðfest og definerað hjúnabandið í sínum orði. Tað er kanska akkurát her trupulleikin liggur grivin. Fólk halda Gud verða avoldaðan og vilja ikki akta Hann.

Men orð Guds verður ongantíð ótíðarhóskandi. Hann livir í ævigari nútíð. Minst til, Jesus Kristus er hin sami í gjár og í dag og í allar ævir. Latið tykkum ikki villleiða av alskyns fremmandum lærum!

Kærar heilsanir

Ragnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder