Politikkur

Einki hent í 35 ár. Hvussu leingi skulu vit bíða afturat?

...

2019-08-17 13:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í skrivligum fyrispurningi hjá Heina O. Heinesen frá 2011 skrivaði hann soleiðis:???Landsverk hevurprosjekterað (tunnil) tunlar eystur um fjall í mong ár. Hetta málið er so gamalt, at tað var onkur, sum skeyt upp, tá grót skuldi fyllast út í Haraldssund í 1984, í staðin fyri at gera eitt ljótt grótbrot,at bora tunnil eystur gjøgnum fjallið???. Hetta eru 35 ár síðani og støðan er akkurát tann sama í dag, vit tosa enn um at gera hesar somu tunlar.

Tunlarnir norður um fjall hava tænt fyri seg. Árnafjarðartunnilin, sum knýtir Árnafjørð til Klaksvíkina, er frá 1965 og Hvannasundstunnilin, sum knýtir alt øki eystan múla, t.v.s. Norðdepil, Hvannasund, Viðareiði og aðrar smáar bygdir, til Klaksvík, bleiv liðugur í 1967. Eingin lappaloysn, so sum ljóskurvar ella líknandi uppskot, kunnu loysa hendan trupulleikan. Tað er neyðugt við nýggjum tunlum.

Trygdin er als ikki nøktandi. Skuldi eitt ógvusligt óhapp hent og eldur komi í, er alt ov vandmikið at fara inn at hjálpa. ??happ hava vit havt meiri enn nokk av í tunlunum norður um fjall. Tøl frá landsverk vísa, at tunlanir norður um Fjall hoyra til bólkin???meiri enn 1óhapp/km/ár,???sum er ringasti bólkur at vera í viðvíkjandi óhappum. Spurningurin er bara nær tað stóra óhappið hendir.

Verandi tunlar klára heldur ikki at svølgja nógvu ferðsluni, vit hava í dag. Í 2018 koyrdu í miðal 1378 akfør ígjøgnum teir um døgnið, harav 89 lastbilar í miðal um døgnið. Lastbilarnir passa ikki inn í øll víkiplássini, sum mangan skapar forvirring í tunlunum. Tað er ikki óvanligt at turistar koyra 30-50 km/t, har teir samla langar halar inni í tunlunum. Tað er heldur ikki óvanligt, at hesir somu turistarnir fara inn í víkiplássini, tá teir ikki eiga at halda av. Hetta setur ferðsluna í eina sera vandamikla støðu.

Vinnulívið er eisini nógv darvað av hesum fløskuhálsinum. Tað er serliga flutningurin við stórum lastbilum, sum er torførur at fáa norð og av tí sama blívur tað dýrt fyri økið eystan Múla.

Hyggur man aftureftir sær tað svart út, tí hesir tunlarnir eru sum ein fløska á vegnum, ið bara er blivin sparkað longur fram, hvørjaferð man er komin fram á hana. Hóast teir blivu samtyktir í 2009, var eingin vilji til at seta pengar av til tunlarnar. Í dag sigst tó, at byrjað verður eftir at Hvalbiartunnilin er liðugur at bora ígjøgnum. Hesaferð má lyftið haldast.

At sleppa út í Gerðabø er, eftir mínari meting absolut besta loysnin. Hetta er linjuføringin vit eiga at leggja okkum eftir, soleiðis at vit ikki aftur spara eftir reyv, sum í so nógvum øðrum prosjektum kring landið. Nú mugu vit hyggja fram ímóti, at tunlarnir verða gjørdir sum skjótast, heldur enn at peika út og siga hvør ikki hevur handlað.

Vit í Miðflokkinum hava tunlarnar norður um fjall á valskránni og vilja gera okkara fyri at hetta verður framt. Hetta er eitt av fyrstu málunum, sum skal fyri tingið og finnast fígging til, eftir okkara tykki.

Steffan Klein Poulsen, løgtingsvalevni hjá Miðflokkinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder