
Føroyar hava heimsmet í títtleika av tarmsjúkum, yvir 1.000 fólk í Føroyum hava tarmsjúku. Men hóast heimsmet er eingin kostráðgevi knýttur at maga- og tarmdeildini á Landssjúkrahúsinum. Í Føroyum fær man heilivág, og einki verður upplýst um annað, so sum rørslu og at broyta kostvanar.
Eftir áheitan frá mongum við tarmsjúku, sum ynskja at vita meira um alternativar viðgerðir, skipar Colitis Crohn Felagið fyri kunnandi tiltaki í Løkshøll í Runavík leygardagin 6. mars kl. 14.
??ll eru hjartaliga vælkomin, og tiltakið er ókeypis. Tó er avmarkað atgongd vegna Korona, og tilmelding er neyðug. Tú kanst melda teg til á www.loksholl.fo
Á tiltakinum fer Jóna ??lavsdóttir, sum m.a. er útbúgvin yogalærari og kostráðgevi, at greiða frá, hvørja ávirkan kostur og rørsla kunnu hava. Janus Joensen frá Faroe Dive greiður frá, hvussu trýstkamar ávirkar, og vit hoyra Dávid Kjeld greiða frá sínum royndum við trýstkamari. Til seinast fer Gunnvá Wardum frá Statera at vísa akupunkturviðgerð, tað skrivar Colitis Crohn Felagið (Felag fyri tarmsjúk).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald