2021-02-17 14:38

Nýggjastu tølini hjá Landslæknanum vísa, at eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár.
236 kanningar vórðu gjørdar, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú 228.007 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava 658 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. 654 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum. Sostatt eru tríggir persónar smittaðir í løtuni.
Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald