JN

Eingin smittutilburður í gjár

...

2021-01-10 20:54 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Í gjár vórðu 783 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 209.3737 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 646 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 607 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 39 persónar smittaðir í løtuni.

Tvey fólku eru í løtuni innløgd á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder