JN

Eingin smittaður við koronu í fýra dagar

...

2021-02-14 17:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nýggjastu tølini hjá Landslæknanum vísa, at eingin nýggjur smittutilburður var staðfestur í gjár, sum sostatt er 4. dagurin har eingin smittutilburður er staðfestur.

230 kanningar vórðu gjørdar, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú 227.025 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava 657 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. 653 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum. Sostatt eru tríggir persónar smittaðir í løtuni.

Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder