Landsstýrið hevur ikki fingið nakra fráboðan frá donskum myndugleikum um, at føroyskir borgarar ella vinnufyritøkur í Føroyum hava verið avlurtað. Tað svarar løgmaður Kristinu Háfoss, tingkvinnu, í skrivligum fyrispurningi um møguliga avlurting.
Danska fregnartænastan hevur seinastu vikurnar verið í ljósmála í sambandi við ymisk mál. Í tí sambandi hevur landsstýrið samskift við danska verjumálaráðharran.
???Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum hevur á fundi við danska verjumálaráðharran tann 9. september gjørt vart við, at landsstýrið vil hava neyva kunning, um so er, at føroyingar, føroyskar upplýsingar ella fyritøkur eru partur av áleikandi málinum hjá donsku fregnartænastuni.???, stendur í svarinum hjá løgmanni til Kristinu Háfoss.
Landsstýrið roynir støðugt at byrgja fyri, at hvørki føroyskir borgarar ella fyritøkur verða avlurtað
???Fyri at verja seg fyri avlurting og aðrari njósning arbeiðir landsstýrið miðvíst við at hava so góða og dagførda KT-trygd, sum til ber. Landsstýrið arbeiðir eisini við at uppraðfesta nettrygdina í Føroyum. Harafturat verður arbeitt við mannagongdum í sambandi við viðgerð av viðbreknum upplýsingum og øðrum átøkum, ið hava til endamáls at minka um váðan fyri avlurting???, svarar Bárður á Steig Nielsen millum annað.
Sí svar løgmans her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald