7.000 núlivandi føroyingar fara at liva við sálarligari avbjóðing. Altso 7.000 føroyingar kunnu vænta sær minst eina ferð í lívinum at fáa brúk fyri fakkønari sálarhjálp í styttri ella longri tíð!
??ll menniskju
hava rætt til eitt virðiligt lív - tað leggur lógarverk okkara í øllum førum
upp til. Men ein kann loyva sær at ivast í, um hetta sæst aftur í veruleikanum,
tá fólk kenna seg noydd til at reka fýra ung fólk við sálarligum avbjóðingum úr
einum grannalagi.
Tað er skeivt
at reka fólk burtur, uttan mun til, hvørja orsøk fólk halda seg hava. Ávísir
samfelagsbólkar eru tó so tabuiseraðir, at fólk kenna seg noydd til at reka
hesar samfelagsbólkar burtur - og tað at onkur sær seg noyddan til at gera tað,
kann bara vera, tí at vit sum samfelag ikki hava verið nóg dugnalig til at
kunna.
Hvat er
sálarsjúka? Tað kann vera, tá ein persónur er vorðin óarbeiðsførur við strongd.
Tað kann vera ein persónur, ið aftaná ferðsluvanlukku hevur angist, og tað kann
vera ein persónur, ið aftaná skúlagongd við nógvari happing hevur tunglyndi.
Av tí at talið
av persónum, ið hava ella fara at fáa sálarsjúku, er so høgt, mugu vit skilja,
at vit sjálvi kunnu gerast sjúk, og at vit sjálvi kunnu gerast avvarandi.
Nógvir fordómar
eru knýttir at sálarsjúku, og hetta tabu ger, at fólk kunnu hava ilt við at
umgangast sálarsjúk. Vit halda næstan, at sálarsjúka smittar, at tey kunnu vera
vandamikil ella at tey gera, at tað verður keðiligt at búgva í grannalagnum -
men hetta passar ikki. Tað finst einki grannalag í Føroyum, sum ikki longu
hevur fólk við sálarligum avbjóðingum ??? og allar oftast eru hesi fólkini væl
dámd, og fólk í grannalagnum eru glað fyri at hava tey har.
Psykiatriski
depilin á Landssjúkrahúsinum varð bygdur fyrst í 70???unum við 100
seingjarplássum. Í dag er talið av seingjarplássum komið niður á eini 40.
Sambært Eyðuni Joensen (fyrsti sálarfrøðingur í Føroyum) vóru tað fleiri enn
100 sjúklingar, tá tað stóð harðast á, men tað er vorðið gjørligt at minka um
talið av seingjarplássum, tí at viðgerðin fyri sálarsjúku er vorðin nógv betri,
soleiðis at fólk við sálarligum avbjóðingum nú hava møguleikan at fara út aftur
í samfelagið.
Av hesum sama
er tað fantastiskt, hvørja ferð nýggj tilboð koma, sum loyva fólki út í
samfelagið aftur ??? tey fara út fyri at gerast frísk, fyri at fáa tað betri, og
fyri at vera saman við fólki, sum tey kunnu njóta avmarkaðu tíðina, vit øll
liva saman í. Tey fara út, tí tey og teirra hjálparfólk vita og vænta, at tey
fáa tað betri av tí og eru nóg frísk til tað.
Byggingin hjá
Bústøðum við Íslandsvegin, har ætlanin var, at ung fólk við sálarligum
avbjóðingum skuldu fáa nakrar íbúðir, kundi verið eitt dømi um, at fordómarnir
trívast alt ov væl í Føroyum. Nú hevur Íslandsvegur so meldað klárt út, at har
hevur eingin undirskriftainnsavnan verið, so ógerðin má liggja aðrastaðni í
skipanini. Tó er eingin ivi, at ómetaliga nógv fólk verða særd, tá tað
frættist, at fólk í einum grannalagi hava savnað undirskriftir inn, tí tey ikki
vildu hava sálarliga avbjóðaði fólk í grannalagnum. Tað merkir tó ikki, at
grannarnir eru ring fólk - her hava vit øll eina ábyrgd at kunna.
Vit í
Sosialistisk Ung meta, at óttin fyri tí ókenda er veruligi trupulleikin. Hóast
vitanin innan psykiatriina er tvífaldað seinastu 20 árini, er vitanin millum
fólk rættiliga avmarkað, og av tí sama eru fordómarnir nógvir. Vit eiga at lata
upp fyri vitanini, gera ein enda á fordómunum og virða ymiskleikan. Gera vit
tað, verða Føroyar eitt betri stað fyri øll!
Tað at ein
hevur sálarligar avbjóðingar ella er sálarsjúkur, merkir ikki, at ein er
sjúkan. Ein er fyrst og fremst eitt menniskja sum øll onnur. Allir teir
føroyingar, ið eru sálarliga avbjóðaðir, eru vinfólk, børn, foreldur og systkin
hjá okkum.
Eitt gamalt
orðatak er, at ein vinur kann vera ein fremmandur frá í gjár. Teir
føroyingarnir í túsundtali, ið hava sálarligar avbjóðingar, eru líka góð,
deilig og fantastisk fólk sum øll hini, ið ikki eru sálarliga avbjóðað ??? tey
eru vinir okkara, ikki fremmandafólk.
Við javnaðarkvøðu
Nevndin í Sosialistisk Ung
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald