JN

Ein vindmyllulund afturat er meiningsleys uttan pumpuskipan

...

2021-02-09 08:03 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

SEV mælir í skrivi Umhvørvisstovuni til at taka aftur lýsing um nýggja vindmyllulund í Hoyvíkshaganum, inntil elskipanin er før fyri at taka ímóti meiri vindorku. Alt annað er at seta veitingartrygd og elgóðsku í óneyðugan vanda

Uttan eina tøka pumpuskipan til at taka ímóti og goyma yvirskotsvindorkuna, gevur ein triðja vindmyllulund snøgt sagt als onga meining, hvørki í mun til grønu kósina, elfaklig viðurskifti, veitingartrygdina, elgóðskuna sum heild ella brúkaraprís.

SEV er eins eldhugað og Umhvørvisstovan, tá ræður um at fáa varandi orku inn á netið, so sleppast kann av við oljuna. Tað er tó altavgerandi, at tað verður gjørt við skili og í rættari raðfylgju, soleiðis at vindorkan veruliga verður fingin til høldar og ikki fer til spillis.

Í skrivi til Umhvørvisstovuna vísir SEV á vansarnar við at meira óstøðug orka kemur inn á netið, uttan at viðurskiftini við pumpuskipan í meginøkinum fyrst eru avgreidd. Í grundgevingunum verður m.a. sagt, at tríggjar virknar vindmyllulundir á tilsamans 55 MW í sama øki er alt ov nógv óstøðug orka í sama stað, og tað fer at gera elskipanina minni trygga.

Tvørturímóti vísa eltekniskar metingar og framrokningar, at nyttuvirðið í m+un til elframleiðslu av eini slíkari vindmyllulund ??? uttan pumpuskipan ??? er serstakliga lítið. Bert 20% av framleiðsluni kunnu fáaast til høldar á netinum. Samstundis sum SEV og harvið brúkarin skal rinda fyri alla orkuna, sum kann framleiðast, og ikki bert hana, sum kemur til høldar. Hetta merkir, at brúkarin skal rinda fyri orku, sum vit longu nú vit, at brúkrin bert fær ein lítlan brøkpart av.

Um verkætlanin sambært open-door umsóknini í Hoyvíkshaganum gerst veruleiki, skulu brúkast 90 mió.kr. meira í íløgum til battaríir v.m. enn um ein líknandi vindmyllulund verður bygd á øðrum stað.

Harumframt hevur skeiva raðfylgjan av hesum útbyggingum við sær, at brúkarin skal rinda fyri eykaíløgur í tøkni og útgerð, t.e. synkronkompensatorar. Talan er um meiríløgur, sum annars sleppast kunnu undan í ávísan mun, tí partar av hesum eru natúrligir partar av eini pumpuskipan.

Í skrivinum vísir SEV eisini á, at Umhvørvisstovan ikki hevur heimild til at fremja hetta open-door útboðið, við tað at Umhvørvisstovan ikki hevur hildið seg til ásetingarnar í elveitingarlógini um at ráðføra seg við SEV, áðrenn umsóknin um enn eina vindmyllulund oman fyri Havnina verður viðgjørd, ogtá tað er greitt frammanundan, at eingin annar hevur møguleika at søkja á tí staðseting, sum umsóknin er grundað á.

Les meira og tak niður skjølini á heimasíðuni

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder