JN

Ein vika uttan nýggja smittu

...

2020-08-28 09:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eingin smitta varð staðfest í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. ??rslitið byggir á í alt 91.793 kanningar.

Hetta er sjeyndi dagurin upp í slag, at eingin smitta er staðfest innanlands. 1.087 kanningar vórðu gjørdar kring landið í gjár.

411 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru nú 361 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 50 persónar smittaðir í løtuni.

Tveir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna. Eingin liggur á intensivari deild.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder