Politikkur

Ein varði letur arvin áfram

...

2020-03-07 11:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í gjár boðaði Poul Michelsen frá, at hann leggur tingsessin frá sær.

Taðer við stórum sorgblídni, at vití Tjóðveldi takka fyri gott samstarv gjøgnum so mongár.

Poul erímyndin av einum tíðarhvarvi í føroyskum politikki og samfelagsbroyting, sum nú fer inn í eitt nýtt stig.

Góði Poul!

Tú ert ein einastandandi viljasterkur og áhaldin undangongumaðurí øllum, tú fæst við og hevur fingist við.

Um tað er í ítrótti, vinnulívi, kommunupolitikki, landspolitikki, altjóða samstarvi ??? og millum familju og vinir.

Tú ert ein varði í føroyskum politikki, og tú hevur sett so mangar varðar eftir teg. Sum borgarstjóri og sum løgtings- og landsstýrismaður??? og til at vinna Føroyum ræsurí ítrótti, vinnu og politikki útií heimi.

Ein orkufullur markabrótari, ið altíðhevur torað at flutt teg sjálvan, tína fyritøku og samfelagið beint og miðvíst framá, hóast ofta truplar fortreytir og stóra mótstøðu.

Og taðer ongantíð skeivt at líta aftur og meta um: Hvat hevur veruliga flutt mørk í samfelagnum? Fyri okkara rættindi sum fólk og tjóð? Í vinnulívi, mentan, sosialmálum, skúlaskapi, infrakervi, heilsumálum, arbeiðsmarknaðarrættindum, javnstøðu, uttanríkismálum, ítrótti?

Tað eru undangongufólkini, ið hava verið áhaldandi og at enda hava vunnið vaksandi undirtøku og nátt málunum. Ofta gjøgnum afturstig og kringlutar gøtur. Tað er soøgiliga skjótt og lætt at bróta niður og rulla aftur til frama fyri stuttskygd seráhugamál. Meðan tað tekurøgiliga tíðog stríð at byggja upp og ganga tær brøttu gøturnar til frama fyri tað, iðskapar tjóð, samfelag, veruligan framburð og somu rættindi tiløll.

Men tað ger mun. Alt tað, ið vit í felag eru mest errin av og sum vit meta sum dýrastu ogn í samfelagnum í dag, er tað, sum mest mótstøða varímóti og sum varð niðurgjørt.

Hóastótolin og bráður av lyndi, hevur túhildið á í ein mansaldur. Tú megnaði at stovna nýggjan flokk, iðhevur torað tað trupla. Og sum gjørdist partur av tí samgongu, ið hevur framt størstu tøkini í føroyskum politikki nakrantíð til frama fyri einar nútímans, samhaldsfastar og frælsar Føroyar fyriøll??? og ikki bert fyri tey fáu. At afturstig koma eftir slík tøk, er ikki á nakran háttókentí okkara søgu og í heimssøguni. Men alt kemur einaferð undan, iðer sátt, og fer at bera ávøkst.

Fyrst og fremst hevur tú stríðst fyri frælsi og somu rættindum hjá einstaka menniskjanum ??? uttan mun til uppruna, trúgv, húðalit, kyn, sosiala støðu ella kynsligan samleika. Og fyri teimum frælsu Føroyum og eini frælsari vinnu.

Tú ert bæði góður og sera krevjandi at samstarva við. Við einum skjótum sinni og stórum hjarta. Ein hollur vinur og framúr vertskapsmaður, har ríkar, skemtiligar og gevandi løtur standa á rað í minninum.

Vit fara at sakna teg sáraní Løgtinginum. Men fara uttan iva at samstarva væl áhaldandi ???og tú fert við vissu at brúka títtídni at gera mun allastaðni, hóast tú ikki ert átingi.

Vit ynskja tær ogøllum tínum alt taðbestaí komandi tíðum.

Og nú arvurin verður latináfram í Framsókn til Ruth Vang sum forkvinnu og til Bjarna, Honnu ogøll hinií flokkinum, fara vit at ynskja Ruth hjartaliga til lukku og bestu eydnu í forkvinnustarvinum. Við vón um gott samstarv.

Vegna Tjóðveldi

Høgni Hoydal

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder