JN

Ein tilburður staðfestur í gjár

...

2021-05-21 09:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ein nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Viðkomandi er smittaður í Føroyum. Í løtuni ber ikki til at staðfesta, hvussu viðkomandi er blivin smittaður.

448 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 259.984 kanningar.

671 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 667 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru tríggjar persónar smittaðir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder