JN

Ein tilburður staðfestur í gjár

...

2021-05-15 11:26 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ein nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Viðkomandi hevur verið uttanlands, og smittan bleiv staðfest við kanningini fjórða dag.

484 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 259.493 kanningar.

670 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 663 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru seks persónar smittaðir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder