JN

Ein tilburður staðfestur í gjár

...

2021-02-16 11:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ein nýggjur tilburður av Covid-19 var staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Fyribils kanningar av nýggja tilburðinum vísa, at talan er um bretsku útgávuna av Covid-19, sum nevnist B.1.1.7.

545 kanningar eru gjørdar seinasta døgnið. Tilsamans eru nú 227.771 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava 658 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. 654 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum. Sostatt eru tríggir persónar smittaðir í løtuni.

Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder