2021-02-04 13:45

Ein nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Í gjár vórðu 486 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 223.328 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 655 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 650 persónar staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum. Sostatt eru fýra persónar smittaðir í løtuni.
Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald