2021-04-14 10:04

Ein nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Viðkomandi er komin til Føroya úr útlondum. Talan er um bretska koronufrábrigdið (B.1.1.7).
172 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 247.602 kanningar.
662 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 660 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.
Í løtuni er ein persónur smittaður.
Seinast koronasmitta var í Føroyum var 12.mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald