JN

Ein smittutilburður í gjár

...

2021-06-07 10:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ein nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár, sunnudagin. Tað vísa nýggjastu tølini frá Landslæknanum.

Tað er enn ikki greitt, hvussu viðkomandi hevur fingið smittuna, men tað er vist, at viðkomandi er smittaður í Føroyum.

1125 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 286.527 kanningar.

744 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 699 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 44 persónar smittaðir við koronu, og 210 fólk eru í sóttarhaldi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder