2020-11-21 14:23

Ein nýggjur smittutilburðir varð staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Tann smittaði er partur av einari smittuketu, sum landslæknin fylgir. Viðkomandi er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.
Í gjár vórðu 575 kanningar gjørdar, men enn vanta 36 kanningar at verða greinaðar. Í alt eru 164.290 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 499 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 497 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru tveir persónar smittaðir í løtuni.
Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald