
Tann 23. november 2020 komu sorgarboðini um, at Jóannes Jacobsen, lektari í búskaparfrøði á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, var farin eftir drúgt stríð við herviliga sjúku bara 47 ára gamal
Søgu- og samfelagsdeildin hevur mist ein sera dugnaligan búskaparfrøðing, starvsfelagarnir hava mist ein góðan starvsfelaga, Fróðskaparsetrið hevur mist ein akademiskan undangongumann og føroyingar hava mist ein virknan búskaparfrøðing, sum við fakligum grundgevingum í almenna kjakinum stríddist fyri at sannføra føroyingar um dygdargóðan búskaparpolitikk, Føroya fólki at gagni.
Størsta missin eiga Marjun og Jóna, sum hava mist ein góðan mann og ein góðan pápa.
Í 2014 varð Jóannes settur í starv sum adjunktur í búskaparfrøði á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Í 2020 varð hann við støði í tilmæli frá altjóða metingarnevnd framfluttur í lektarastarv, les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald