Politikkur

Ein ordans komedia

...

2021-06-08 20:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroya Pedagogfelag fekk í dag áheitan frá Mentamálaráðnum um at geva undantøk í stríðsstigum, soleiðis, at mismunur ikki verður gjørdur á næmingum í fólkaskúlanum.

Áheitanin kemur tó á skeivt stað. Tað er Mentamálaráðið sjálvt, sum hevur givið skúlunum boð um at nokta okkara limum at koma til arbeiðis, har tey dagliga virka fyri at hjálpa næmingum, ið hava tørv á tí.

Hesir starvsbannaðu limir nýtast tó ikki at keða seg, tí nógvir teirra eru longu bidnir um at koma til arbeiðis á bústovnum og dagstovnum, har mangulin av starvsfólki er átroðkandi. Hetta er besta dømi um, hvussu galið stendur til á økinum, og um hvussu lítið skil er á okkara mótparti í samráðingunum.

Føroya Pedagogfelag hevur staðiliga heitt á arbeiðsgevararnar um at koma til samráðingar, ið kunnu framtíðartryggja námsfrøðiliga økið, soleiðis, at starvsfólkamangulin ikki bert stendur við og versnar. Men einasta svarið er hendan komedian, ið vit uppliva nú.

Vit umhugsa í løtuni støðuna, hvørji stig vit skulu taka næst. Men okkara áheitan skal enn einaferð vera, at Fíggjarmálaráðið og Kommununala arbeiðsgevarafelagið koma aftur til samráðingarborðið, og saman við okkum loysa hesa stóru avbjóðing, ið vit eru felags um. Tað eru bert vit og tit, ið kunnu loysa hana.

Føroya Pedagogfelag 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder