2020-08-17 10:55

Ein nýggjur tilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. ??rslitið byggir á í alt 72.346 kanningar.
Millum tær 608 kanningarnar, sum vórðu gjørdar í gjár, sunnudagin 17. august, varð ein tilburður staðfestur.
Tilsamans hava 373 fólk fingið staðfest coronasmittuna í Føroyum. Fýra fólk eru seinastu dagarnar staðfest frísk aftur, og sostatt eru tað nú í alt 229, sum eru staðfest frísk aftur.
Tveir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna, og ein teirra liggur á intensivu deild.
Heilsumálaráðið tann 17. august 2020 kl. 11:40
Fyri nágreinað hagtøl, trýst her. |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald