JN

Ein nýggjur tilburður staðfestur

...

2020-09-17 10:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ein nýggjur tilburðir varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. ??rslitið byggir á í alt 112.530 kanningar.

Talan er um ein persón, sum er smittaður í Føroyum, og sum er partur av einari smittuketu, sum Landslæknin kennir til. Viðkomandi er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við neyðugu smittusporingina.

Tilsamans hava 429 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 412 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 17 persónar smittaðir í løtuni.

Eingin er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder