JN

Ein nýggjur smittutilburður í gjár

...

2020-12-05 14:57 Author image
placeholder

Ein nýggjur smittutilburðir varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Tann smittaði kom herfyri til Føroya úr útlondum. Smittan varð staðfest við kanningini á sætta degi. Viðkomandi er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.

Í gjár vórðu 784 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 170.817 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 506 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 500 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru seks persónar smittaðir í løtuni.

Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder