2020-09-09 19:08

Ein nýggjur tilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. ??rslitið byggir á í alt 105.719 kanningar.
Aftur hesa ferð varð tilburðurin staðfestur á flogvøllinum, har øll ferðafólk verða kannað við komu til landið. Viðkomandi persónur er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við neyðugu smittusporingina.
Tilsamans hava 415 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 410 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 5 persónar smittaðir í løtuni.
Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald