Fyri at byrja av nýggjum, fara vit at leggja eina langtíðarætlan fyri kommununa. Hendan ætlan eigur at fevna um 30 ár, og við hesi ætlan byggja vit brýr millum fortíð og framtíð.
??tlanin kemur at fevna um mentan og mentanararv, framtíðar íbúðarbygging, ítrótt og ítróttaranlegg, bygningar, skúlar og barnagarðar, havn og bátahylljar.
Alt sum hevur við okkum sum borgarar í kommununi at gera, eigur at leggjast í hesa langtíðarætlan.
Hetta fer, at gera tað møguligt at leggja eina langtíðarfíggjarætlan, sum er haldbar fram í tíðina.
Hetta kemur somuleiðis, at gera tað lættari at hava yvirlit yvir útreiðslur og forða fyri, at tað verða tiknar avgerðir í skundi.
Jens Gaardlykke, valevni til býráðið í Vága kommunu
X við Framtíðarlistan - ein nýggj byrjan!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald