JN

Ein koronatilburður staðfestur í gjár

...

2020-10-05 15:37 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ein nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Tann smittaði er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.

Í gjár vórðu 335 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 134.070 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 475 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 441 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 34 persónar smittaðir í løtuni.

Ein persónur er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder