Nú kemur í ljós, at samgongan er samd um at fara undir at gera tunlar Norð um Fjall aftaná næsta val. Hvussu kann sitandi samgonga fara undir nakað sum helst aftaná næsta val?? Sjálvandi kann hon ikki tað, tí val merkir nýggj samgonga og nýggjar avtalur.
Tí er tað at kasta fólki torvmold í eyguni, tá samgongan sigur seg ætla at fara undir at gera tunlar Norð um Fjall aftaná, at samgonguskeiðið er liðugt. ONGIN veit, hvør verður valdur. ONGIN veit,hvør samgonga verður eftir næsta val. Og ONGIN avtala kann gerast upp á nakkan á eini komandi samgongu.
Ergo: Um samgongan ikki fer undir at gera tunlar Norð um Fjall í hesum samgonguskeiðnum, sum nú gongur á síðsta ári, er í veruleikanum ongin meirilutaavgerð tikin um, nær tunlar Norð um Fjall skulu gerast.
Í stuttum er talan um fake news frá samgonguni.
Bill Justinussen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald