Mentan

Ein eftirmeting er neyðug

...

2013-08-08 17:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sjálvt um lítið hevur verið at hoyrt um tað, so hevur skúlaárið 2012/13 hjá lærarum verið merkt av stórum broytingum. Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

Rætt er, at nýggju námsætlanirnar og nýggi próvtalsstigin vóru lýst at galda frá 1. august 2011, men tað var í summar, at námsætlanirnar og próvtalsstigin veruliga stóðu sína roynd. Tá fóru fyrstu 9. flokkarnir upp til próvtøku eftir nýggju treytunum. Sjálv próvtøkukunngerðin varð lýst 28. februar í ár, ella hálvt annað ár aftaná, at broytingarnar í próvtøkugrundarlagnum og próvdømingini vóru settar í verk. Ynskiligt hevði verið, um tilgongdin var eftirmett, men tað fer tíðin at vísa.


Saman við nýggju námsætlanunum komu nakrar mannagongdir í fastari legu, meðan nýggjar uppgávur vóru lagdar afturat. Eg hugsi um øktu krøvini til skjalprógvan. Lærarar hava áður gjørt ársætlan fyri flokkin og ársætlan fyri einstøku lærugreinina, men sum nakað nýtt skulu nú eisini skrivliga gerast undirvísingargongdir fyri allar lærugreinar í øllum flokkum. Eins og ársætlanirnar skulu undirvísingargongdirnar latast skúlaleiðsluni. Hóast tað ber til at grundgeva fyri tí námsfrøðiliga skilagóða í at gera undirvísingargongdir, so ber eisini til at sáa iva um nyttuna í, at skúlaleiðslur fáa hundraðtals undirvísingargongdir at eftirhyggja. Ynskiligt hevði verið, um tilgongdin var eftirmett, men tað fer tíðin at vísa.
Seinastu tvey árini hevur nógv verið lagt fyri at talgilda skrivligar próvtøkur og landsroyndir. Við støði í nýggju próvtøkukunngerðini og heimildunum, sum fylgdu við, var kravið til allar skrivligu próvtøkurnar í 9. flokki í summar, at tær skuldu fremjast á teldu, ella í hvussu er skuldu próvtøkuavrikini skannast og sendast talgild. Hetta hevur gingið rímiliga væl, hóast øvutbeint, ov sein ella eingi boð hava ørkymlað leiðslur og lærarar. Ynskiligt hevði verið, um tilgongdin var eftirmett, men tað fer tíðin at vísa.


Námsætlanir, próvtalsstigi og talgildan eru ikki hissini átøk eftir einum skúlaári. Og tað hevur avgjørt ikki verið lætt hjá lærarum at fóta sær í hesi mangan óruddiligu tilgongdini. Viðhvørt verður tikið til, at vit byggja flogfarið, meðan vit flúgva, men henda bragdliga vendingin kann ikki brúkast í próvtøkuhøpi. Skúlaleiðslan og einstaki lærarin hava ábyrgdina av, at próvtøkur fara fram eftir skipaðum reglum og sum tað týdningarmesta, at næmingarnir kenna og eru tryggir við mannagongdirnar.


Í tilgongdini hava fleiri lærarar tikið til orðanna og víst á brek og lýti í nýggju námsætlanunum og próvtøkuhættunum, samstundis sum nógv hugskot um broytingar hava verið frammi. Mentamálaráðið hevur júst nú eitt gilt høvi at fara í samskifti við lærarar um neyðugar ábøtur og tillagingar.


Ein eftirmeting er neyðug, skrivar Herálvur Jacobsen á www.lararafelag.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder