Politikkur

Ein arbeiðsfør og arbeiðsom kommuna

...

2020-11-04 11:35 Author image
Tóri Nielsen
placeholder

Sum borgari, so kennist tað fyri tað mesta, sum um at ein rúgva verður lova, og nógv føgur orð. Men tá til stykkis kemur, so hendur ikki tað stóra. Hettar má og skal broytast! Gaman í, tað verður altíð onkur sum følur seg ikki hava fingið ella fáa tað tey ynskja, men eitt virðuligt svar er tað allarminsta til øll. Hettar skal broytast til tað betra, um eg fái ávirkan!
Tað fyrsta sum eg vil umrøða, er tað tekniska økið har tilrættalegging og uppfylging er loysnin.

Vegir:
Tað hevur verið nógv at hoyrt um vegir, ið ikki eru í góðum standi, ella vegir sum ongantíð eru komnir á mál. Í hesum sambandi, má eitt yvirlit gerast. Hettar yvirlitið skal innihalda:
- Raðfesting
- Kostnað
- Tíðarætlan
- Ábyrgdari og uppfylging

Hettar fyri at tryggja tað sum verður byrja, eisini verður avsluttað. Hettar vil eisini gera at borgarar kunnu fáa eitt skjótt svar, um hvar í røðini teirra áhugamál er og nær væntast kann at byrja. Tað eru økir sum hava verið nevnd í fleiri valskeið, men detta aftast á listan tá valið er av; hettar skal ikki henda. Eitt toymi setast á stovn, har hesi taka sær av øllum teimum minni uppgávunum, so sum brostin gøtuljós, tiptar vegristir, hol í vegnum v.m. Hesi skulu leggja lok á øll tey smátingini, sum irritera gjøgnum dagin. Í hesum sambandi áttu vit at at ogna okkum eina asfaltmaskinu, so at man hevur møguleika at umvæla, ella nýgerð av minni økið, við heitum asfalti.
Hendan loysn kostar uml. kr. 300.000 og er ein viðfestisvognur, ið hevur 1,7 m³ av heitum asfalti. Við hesum kan kommunan sjálv leggja til rættis, og harvið handla skjótt.

Grundstykkir:
Her er einki at ivast í hjá mær, kommunan skal frameftir handa byggiklár grundstykkir til borgarnar. Eisini skal bíðilistin endurskoðast. Tey sum eru klár at byggja beinanvegin, eiga í ein mun sleppa framum. Dømi: 10 stykkir eru klár ??? 7 til bíðilistan og 3 til tey sum eru klár at byrja beinanvegin.

Grótbrotið í Sandavági:
Her var mín stóri dreymur at ein innandurahøll kom upp, men so verður eftir øllum at døma ikki og alla virðing fyri tí. Men hettar merkir samstundis tað, at vit mugu fáa nyttu burtur úr øllum teimum pengunum, sum longu eru brúktir har norðuri. Vinnuøkið er nakað, sum manglar í kommununi, og hetta er upplagt til høvið. Eg kundi hugsa mær at ein heildarætlan var gjørd, har teir ymisku møguleikarnir vera vendir saman við vinnuni og gjarna saman við borgaranum á einum borgarafundi.

Set X við Bjarna Prior
Set X við Borgaralistan

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder