JN

Ein absurd komedia um at vera menniskja

...

2021-01-13 14:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

"Um at vera menniskja" er ein absurd, svørt komedia, sum byggir á filmstriologiina hjá Roy Andersson: ???Sånger från andra våningen???, ???Du levande??? og ???En duva satt på en gren och funderade på tillvaron???. Norski leikstjórin og leikritahøvundin Torfinn Nag hevur skapt leikin og leikstjórnar sjálvur uppsetingina, sum hevur frumsýning á Tjóðpallinum 23. januar.


Roy Andersson hevur sítt heilt serliga myndamál við stórum myndum, ið næstan eru sum filmaður sjónleikur og hetta gav Torfinn Nag hugskotið at gera eina sjónleikaútgávu burturúr filmstriologiini. Pallmyndin hjá Edward fuglø hevur somuleiðis fingið íblástur úr filmsuniversinum og eyðkendu litpalettini hjá Roy Andersson.

Talan er um eina hendingaríka og sera skiftandi sýning, har níggju leikarar leika heili 80 leiklutir í 41 leikmyndum. Leikmyndirnar eru flættaðar saman, soleiðis at vit fylgja leiklutunum gjøgnum alla sýningina. Hvør pallmynd sigur sína egnu poetisku, tragisku, rørandi ella stuttligu søgu, sum - hóast hon er fullkomiliga absurd - nertir við nakað, vit øll kenna okkum aftur í so ella so.

Roy Andersson lýsir sjálvur filmstriologiina sum "Ein triologi um at vera menniskja". Ein ummælari lýsti einaferð filmarnar sum: "Monty Python hittir Ingmar Bergman". Filmarnir eru tragiskir, men fyltir við kolasvørtum humor.

Video:Torfinn Nag greiðir frá um leikin
Video:Edward Fuglø greiðir frá um pallmyndina

Luttakarar

LEIKSTJ??RN OG HANDRIT:
Torfinn Nag

LEIKARAR:
Herfinnur Árnafjall
Annfinnur Heinesen
Hans Tórgarð
Hjálmar Dam
Nicolaj Falck
Kristina Sundar Hansen
Laura Joensen
Edith Dahl Jakobsen
Esther á Fjallinum

PALLMYND:
Edward Fuglø

LJ??SSNIÐGEVI:
Turpin Napoleon Djurhuus

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder