2019-07-15 14:43
Eg eri ótrúliga erpin av at vera føroyingur. Vit hava nøkur av fremstu vinnulívsfólkum og íverksetarum í heiminum.
Heimsins bestu trollemmar verða ikki gjørdir í Russlandi ella í Norra, nei, teir verða gjørdir av Hans í Líðini og hansara monnum suðuri í Vági.
Vit hava Jan Ziskasen, ein visoneran stjóra á Føroya Tele, sum er í holt við at útvega okkum skjótasta breiðband í heiminum, og hartil er ein partur av einari sera spennandirúmdarætlan.
Vínelskarar kring allan knøttin finna teirra bestu dropar á einari app, ið Heini Zacharissen hevur ment.

David Arge Klevang hevur verið við til at menna software til akfarið, sum í løtuni koyrir uppi á Mars.
Poul Andrias Ziska hevur fingið tvær Michelinstjørnir , og er vónandi ávegis tí triðju.
Eg kundi hildið áfram við dømum um, hvussu ótrúligt tilfeingi vit hava, og er tað av stórum týdningi, at fólk eins og hesi verða stimbra í teirra hugskotum.
Nógv verður tosað, at Føroyar mugu hava eitt triðja bein at standa á, og eru nógv, ið halda, at ferðavinnan kann gerast hetta beinið. Atlantic spílar seg út og bíleggur nýggj flogfør eins og tey byggja nýtt stásiligt hotel, sum verður partur av Hilton ketini við hundratals hotellum, og harvið øktum fokus á Føroyar.
Smyril Line byggir nýtt Hotel, eins og Gist og Vist økir um teirra kapasitet.
Í øllum hesum, hava vit ein flogvøll vesturi í Vágum, sum longu er ov lítil til at taka imóti økta ferðafólka talinum. Um tað ikki var fyri teimum ómetliga dugnaligu og fryntligu starvsfólkunum, so hevði tað verið nógv týðiligari, at umstøðurnar als ikki eru nøktandi, havandi í huga stóra vøksturin, íð væntandi kemur at vera.
Spurningurin er, um tíðin ikki er komin til at fara undir flogvøllin á Glyvursnesi.
Landafrøðaliga sæð eru stórar broytingar farnar fram seinastu árini, og um fimtan ár, eru nærum allar Føroyar ein eind, og verður tað í mesta lagi ein tími at koyra, líkamikið, hvar í Føroyum tú býrt.
Politiskt eru væl øll samd um, at vit skulu yvirtaka loftrúmið, og saman við einum altjóða flogvølli, skuldi góður møguleiki verði fyri stórum inntøkum.
Liverpool hevur John Lennon airport,
Gdansk hevur Lech Valesa airport.
New York hevur John F. Kennedy airport.
Føroyar skal eftir ætlan vera eitt av heimsins mest grønu samfeløgum í 2030 og saman við verðins besta telefonneti, latum okkum uppkalla vøllin eftir honum, sum var fyrstur her á landi bæði við el og telefon, einum undangongumanni úr Vestmanna - ??lavur á Heygum.

Lat okkum nevna vøllin ??? Heygum Airport ???
Jens Heri Bolstad Mortensen
Valevni fyri Sjálvstýri
Santos felti, Brasil
Jens Heri Bolstad Mortensen
Valevni fyri Sjálvstýri
Santos felti, Brasil
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald