Víst kunnu vit gleðast um, at vit hava fingið skipanir, sum ALS, eins og aðrar sosialar skipanir, ið lofta teimum ið hava tørv á tí, og eru fyri øll. Landsins stjórn eigur hinvegin alsamt at leggja seg eftir at føra ein politikk, ið megnar at fáa borgararnar úr ALS, heldur enn í ALS
Í aftursvarinum hjá Signhild V. Johannesen til mína grein, sæst munurin á hugsjónunum og hvar vit standa politiskt. Vit eru kanska ikki so ósamdar um karmarnar, men sera ósamdar um, hvussu vit halda eitt samfelag best kann mennast. Umráðandi er at arbeiðsgevarar og íverksetarar fáa støðug, góð og rúmlig kor at virka undir, so hesi alsamt menna og konsolidera seg, og harvið fáa fleiri og fleiri borgarar í arbeiði. Tað er vinnulívið, sum er lokomotivið, ið ger, at vit í heilatikið kunnu hava tað vælferðarsamfelag, vit hava.
Fólkaflokkurin fyri øll
Tað er onki nýtt, at Fólkaflokkurin megnar at fevna bæði arbeiðsgevarum, eins og verkafólkum og -feløgum. Tá ið málið um fiskivinnunýskipanina varð lagt fram, kendu verkafeløgini í Norðoyggjum seg beinanvegin ótrygg og sendu skriv út 8. mars 2017, har tey m.a. søgdu:
???Verður uppskotið um nýggja fiskivinnuskipan samtykt, er stórur vandi fyri, at hundraðtals arbeiðspláss í Norðurøkinum fara at hvørva um heilt stutta tíð. Tí vilja vit við hesum heita á politiska myndugleikan ??? og fyrst og fremst á tingmenn í Norðoyggjum, um at steðga ætlanini hjá landsstýrinum.??? ???Víðari søgdu tey: ???Vit hava tvær ferðir seinastu 25 árini upplivað, at arbeiðið á Kósini hevur ligið stilt, og tað er ein støða, sum vit ikki ynskja at uppliva aftur.???
Fólkaflokkurin í býráðnum legði upp til at fáa eitt samt býráð, óansæð politiskan lit, at senda skriv út, har vit stuðlaðu verkafeløgunum. Semja spurdist tíverri ikki burturúr hesum, hóast fleiri av ætlaðu átøkunum í Fiskivinnunýskipanini, eisini tá, tyktust at hótta tilverugrundarlagið í Norðoyggjum. Tí varð stuðulsskrivið sent út bert umboðandi Fólkaflokkin.
Tá ið Signhild V. Johannesen rør fram undir, at eg og allur Fólkaflokkurin heldur vilja hava stattarmun, heldur enn eitt javnt samfelag, so er hetta ikki rætt. Munurin á flokkum okkara er, hvussu vit meta vit best fáa eitt samfelag fyri øll. Ein grundleggjandi munur á hugsjónum. Sum beinrakna orðatakið, ið ofta verður nýtt, sigur: ???You cannot strengthen the weak by weakening the strong.???
Tað er umráðandi, at tey ið stjórna, til eina og hvørja tíð, føra ein politikk ið megnar at fáa føroyska borgaran úr ALS og ikki førir politikk, soleiðis at borgararnir enda í ALS.
Gunvá við Keldu
Býráðslimur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald