2019-11-06 20:03
Nú eg eri burturstaddur í arbeiðsørindum, og tíverri ikki fái luttikið í orðaskiftinum á Tingi um fiskivinnuna hósdagin, fari eg við hesi grein at gera mína støðu greiða, nú framtíðin hjá høvuðsvinnu okkara skal avgerðast fyri langa tíð framyvir.
Tryggir karmar
Umráðandi er at fiskivinnan hevur tryggar karmar. Karmar sum vinnan kann gera íløgur innanfyri, og sum tryggjar vinnuni virkisfrælsi í nógv ár framyvir.
Fiskiskapur varierar, og kvotur variera, frá ári til árs, men grundleggjandi skulu vit tryggja teimum sum virka í vinnuni í dag, at tey sleppa at halda áfram, óansæð hvussu nógv verður í part.
Manningarnar skulu hava sítt
Nýggja lóggávan skal tryggja, at manningarnar skulu hava sín part av veiðuni, sum tær skulu kunna umseta til pening.
Hetta tryggja vit best við at tengja stálið og loyvini saman aftur, soleiðis at reiðarar ikki sleppa at gera undirhondsavtalur sínámillum, har manningarnar eru við sviðusoð, meðan rættindahavarar lempa pengarnar inn við beinunum uppi á borðinum.
Eginkvoturnar av botnfiski skulu ikki bara falla stóru reiðaríunum í lut
Nú kvoturnar við Flemmish Cap og Eysturgrønland skulu deilast, gerast hesar eitt greitt grundarlag fyri víðarimenning av okkara fiskiflota, í og við at tann sum hevur kvotu at vísa á, lættari fær atgongd til fígging at endurnýggja veiðutólið.
Hetta býtið av rættindum skal gerast soleiðis, at eisini tey reiðaríini sum ikki hava lagt seg undir vongin á einum av stóru makrelfíggjaðu reiðarínum, fáa sín ríkiliga part.
Tað skal verða pláss fyri teimum smáu reiðaríunum, møguleiki fyri at endurnýggja skipini og møguleiki fyri at slóða fyri nýggjum fiskileiðum, sum vit hava sæð okkurt av hesum reiðaríum gera.
Anti-trust
Við at hyggja eftir býtinum sum undanfarna samgonga hevur staðið á odda fyri, mugu vit ásanna, at stóru reiðaríini í Føroyum hava fingið øgiliga nógv rættindi í sín lut.
Sjálvur seti eg spurnartekin við anti-trust mørkini í uppskotinum, tí eg haldi tey eru í ovara lagið, og eg haldi at mørkini skulu lækkast. Tað sum eg eisini haldi hevur stóran týdning er, at mørkini veruliga verða fylgd, og tí eiga vit at áseta at við sølu ella generatiónsskifti eiga hesi mørk at verða aktiveraði.
Eisini seti eg spurnartekin við verðandi støðu, har tey stóru makrelfíggjaðu reiðaríini eru tey sum halda lívið í m.a línuskipunum. Hendan støðan gerð, at smáu reiðaríini detta burturímillum, og at trýstið á okkara fiskastovnar undir Føroyum verður størri enn tað vildi verið, um línuskipaflotin ótarnaður av makrelpengum slapp at laga seg eftir støddini á fiskastovnunum.
Tey stóru skulu hava sítt, men eisini tey smáu
Hóast stórt sæð alt ið undanfarna samgonga gjørdi bleiv eitt neyðaregg, má eg siga, at eg tók undir við grundtankanum við menningarkvotunum.
Tankin um, at tann sum hevur eitt gott hugskot, eina væl undirbygda ætlan, eitt innitiativ at menna eitt øki, fær ein brøkpart av landsins uppisjóvar-ríkidømi til at royna seg við, hann tiltalar meg.
Tillutingina av menningarkvotunum farna valskeið kann man seta spurnartekin við, men í ávísum støðum hevur hendan tilluting verið gagnlig. Hetta sæst m.a í Miðvági, Vestmanna, Hvalba, Sundalagnum og partvís í Sandoynni eisini.
Tryggjast skal við nýggju lóggávuni, at hesir aktørar fáa betri sømdir, soleiðis at teirra lokalu innitiativ halda áfram undir nýggju skipanini.
Friðaðar leiðir
Fakta er, at meiri enn helmingurin av føroyagrunninum er friðaður fyri m.a upsaveiðu. Í sjálvum sær er tað ikki ein trupulleiki, men trupulleikan er hinvegin, at ongi útlit eru fyri at hesin helmingur nakrantíð letur uppaftur. Ella at man nakrantíð fer at royna, um nakað er at fáa har á leiðunum aftur.
Føroya Banki er somuleiðis friðaður fyri allari roynd, og millum fiskimenn er stór semja um, at hetta er sjálv orsøkin til at ongin toskur er at fáa á Føroya Banka.
Onkur má bróta tøgnina, og onkur má gera vart við støðuna, tí støðan minnir mest um lóggávuna við jarðfestum fornminnum.
Eftir royndarfiskiskapinum eftir hýsu á Bankanum í ár at døma, missur okkara land eitt avreiðingarvirði á uml 300 mió kr árliga, við verandi støðu, bara á Føroya Banka.
Nýggja lóggávan má tryggja at ein skipað ætlan fyri friðaði økir fyriliggur, og eisini nær hesi øki verða klár at reka vinnuliga fiskivinnu á aftur.
Skuffuloyvir skulu burtur, og skott skal verða millum bólkar
Upprudding má til, tá tað kemur til loyvir sum eru givin eftir gomlu skipanini, og sum framvegis eru latent í skipanini.
Línuskipum viðvíkjandi, vóru fyri fáum árum síðani uml 22 virkin skip. Nú eru umleið 12, men loyvini eru framvegis har, soleiðis at møguleikin er framvegis at komandi ár eru 22 skip aftur á grunninum. Við lóggávu má tryggjast at hetta ikki ber til, um so upphøggingarstuðul skal til fyri at fáa hesi loyvi burtur.
Eittans rækjuskip er í føroyska flotanum, hóast nógv loyvir eru í skipanini. Hetta eru loyvir sum eru á fjarleiðum, og sum tí ikki troyta føroyskar fiskileiðir. Tí eigur nýggja lóggávan at tryggja, at hesi loyvir verða latin út av nýggjum, um verandi aktørar ikki gera brúk av teimum.
Skott millum bólkar
Dagaskipanin er ein góð skipan fyri okkara heimaflota, og tí skal hon varðveitast.
Eg fegnist stórliga yvir skipanina, har tað nú verður loyvt at flyta óbrúktar dagar millum ár.
Hinvegin eiga vit at tryggja, at dagar sum eru tillutaðir partrolarum, ikki kunnu brúkast av línuskipum ella umvent. At dagar tillutaðir djúpvatnstrolarum ikki kunnu brúkast av partrolarum, línuskipum, landleiðstrolarum ella øðrum. At dagar tillutaðir útróðrarbátum á landleiðini, ikki kunnu brúkast av línuskipum.
Løgtingið hevur nú ein søguligan møguleika, at tryggja nýggjum aktørum betri atgongd til fiskatilfeingið.
At tryggja verandi smáu aktørum framhald, og menningarmøguleikar innan tær greinar har hesir virka.
At tryggja virkjunum á landi betri atgongd til fiskatilfeingið gjøgnum økta uppboðssølu av veiddum fiski.
Og ikki minst at tryggja verandi stóru aktørum tryggleika fram í tíð, tryggleika sum er grundarlagið undir nútímansgerð og effektivisering av veiðutólum.
Eg síggi vanda í at okkara tilfeingi verður savnað á ov fáum hondum, serliga tí at hesi, hóast ófatuliga stórar nøgdir, ikki ganga á odda við innovativiteti og kreativiteti.
Hinvegin síggi eg spírar ið eru um at fáa høvdið uppundan, og sum koma at standa fyri eini meiri fjølbroyttari framleiðslu av okkara fiskatilfeingi. Spírar sum samstundis staðseta teirra aktivitet runt alt landið, og ikki bara á einum og sama staði.
Hesum stuðli eg, og ætli eg eisini at gera mína ávirkan galdandi fyri at hesi skulu fáa góðar sømdir.
Brandur Sandoy, tingmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald