Fantastikst! Um lív er mær lagað og alt gongur eftir ætlan, ja, so verði eg abbi, fyri fyrst ferð, í november mánað. Men ikki nokk við tí, eg verði eisini abbi í desember og so aftur í januar. Abbi x 3 við einum mánaða millumbili! Eg og konan gleða okkum sum børn og í takksemi lýta fram móti hesi stórhending, sum skal fara fram ??? eisini í lívinum hjá okkum báðum. Ein nýggjur kapittul!
Er tað ikki bara stórt?! Hetta undrið, at barn verður gitið í móðurlívi og frá teirri løtu mennist fyri hvønn dag, til so ein ávísan dag at koma inn í hendan heim.
Men samstundis sum eg gleðist, so kann eg ikki lata vera við, at hugsa um tann ágang ??? politiska ágang, sum ávísir flokkar hava gjørt seg til talsmenn fyri.
Eg eri eg nívdur og er mær óskiljandi, at hesir flokkar,sum mynda samgonguna í dag, ynskja at skerja rættin hjá tí ófødda til lívið.
Hesi hava helst gloymt, at tey sjálvi einafer vóru gitin í móðurlívi og fingu loyvi at koma inn í hendan heim.
Nei, latið okkum standa saman og verja rættin hjá tí ófødda til lívið ??? tað átti at verið ein sjálvfylgja!
Eiði, tann 26.august 2019
Tordur J. Niclasen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald