Politikkur

Eg eri ikki ósamdur í at menningarkvotur kunnu bólkast sum politisk útlutan

...

2018-08-13 20:57 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Menningarkvotur eru politisk útlutan, og uppboðssølan er burturspilt orka, men einki verður sagt um tey 75%???ini av veiðurættindunum, sum vera latin teimum somu sum hava havt tey í nógv ár. Hví?

??tsagnirnar um partar av nýggju lógini um sjófeingi, hava ikki skortað spei og háðan, og summi hava brúkt uppaftur ógvusligari orð, um politisku royndina at spjaða virðir og virksemi í okkara samfelag, og at skipa ein rættindamarknað.

Lítið verður tó talað um restina av veiðurættindunum, tó at tað er størsta og mest ítøkiliga politiska útlutanin.

Eg eri ikki ósamdur í at menningarkvotur so ella so kunnu bólkast sum politisk útlutan. Í hvussu er, er tað landsstýrisfólkið, sum til sjeynd og síðst góðkennir útskriving av veiðurættindum sambært lógini. So fyri tey knappliga 10 %???ini av samlaðu veiðurættindunum, sum menningarkvoturnar eru, snýr tað seg í hvussu er, í ávísan mun, um politiska útlutan. Men neyvan til tey somu, sum frammanundan hava fingið endurnýggjað síni veiðurættindi í ávist áramál.

Uppboðssølan á 15% av veiðurættindunum hjá landinum, er skipanin, sum skuldi vera bulurin undir marknaðartreytaðu rættindasøluni. Sjálvur eri eg í iva um tey 15%???ini eru nóg stórur partur til at fremja endamálið við skipanini. Ikki minst tí at líkindini eru stór fyri at tey sum frammanundan hava veiðurættindi, við stórum sannlíki teljast millum teirra sum hava møguleika at keypa á uppboðssøluni . Svarar til at lata ung lesandi fara inn í ein Bang & Olufsen handil at keypa á ???jøvnum??? føti við bankastjórar. Sostatt kann man í ávísan mun tosa um ???politiska útlutan??? her eisini, tí at rættindamarknaðurin er sera avmarkaður.

Hvørki menningarkvoturnar, ella uppboðssølan eru tó, í so stóran mun politisk útlutan, sum tey síðstu 75%???ini av føroysku veiðurættindunum. Her beinleiðis fáa tey, sum í nógv ár frammanundan, hava havt framíhjárætt at nýta landsins rættindi, endurnýggjaðan rætt til somu rættindi í nógv ár framyvir.

Beinleiðis gáva frá samfelagnum føroyar til ávísar fyritøkur í landinum. Politisk útlutan so tað forslær. Harmiligt at summir av hesum vísa so lítið av takksemi fyri sín framíhjárætt, tó at eg eri ivaleysur í at fleiri av hesum rættindahavarum, hava røkt hesi rættindi bæði væl og virðiliga.
Hetta svarar til, at eitt lið sum hevur verið føroyameistari í fótbólti í 10 ár á rað, fær trygd fyri stórum parti av úrslitunum tey komandi árini.

So yvirskipað er lógin um sjófeingi neyvan nøkur sólskinssøga , tá tað snýr seg um at fáa ein rættindamarknað at virka, og yvirskipa kann ikki sigast at vit eru farin frá politiskari útlutan.

Tó bendir nógv á at leiðin er frá einari politiskari útlutan til nakrar heilt fáar fyritøkur, til útlutan til nakrar fleiri fyritøkur. Harvið fær føroyska samfelagið spjatt virðini, og virksemið nakað.

Stóri vinningurin fyri føroyska fólkið, er eftir mínum tykki at vit við lógini um sjófeingi, hava bundið fyri, so øll okkara veiðurættindi eru staðfest ogn hjá landinum, og ikki kunnu enda í einari, ella tveimum fyritøkum, sum kunnu enda á útlendskum hondum.

Tað er ein rættiliga trivaligur sigur fyri land og fólk. Og so mugu vit liva við at lógin um sjófeingi, í stóran mun ber brá av politiskari útlutan nøkur ár framyvir.

Skrivar Páll á Reynatúgvu á Facebook.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder