2019-08-26 20:37
Í samband við stuldur av ryggsekki frá persóni á gongubreytini á vegamótinum R.C. Effersøesgøtu/-Gripsvegur í Tórshavn 27. juli 2019, umleið kl. 03.00, sóknast politiið eftir møguligum vitnum til tilburðin.
Brotsmaðurin verður lýstur soleiðis:
- Maður
- ljósur í húðini
- millum 30 og 35 ár
- Umleið 175 høgur
- vanligur av bygningi
- breitt andlit
- stutta pannu
- breiðar herðar
- ramligur
- myrkt, stutt hár
- skeggstubbar,
- ílatin gráa blusu ella t-shirt og
- 3/4 gráar joggingbugsur við grønum liti niðast.
![]()
Um tú kennist við brotsmannin út frá lýsingini, tekningini ella hevur sæð ryggsekkin, verður tú vinarliga biðin um at venda tær til politiið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald