
Sølan av brennievni heldur ótarnað fram, men sølubúðirnar lata aftur komandi dagarnar.
Í sambandi við Corona virus, Covid 19 og tilmælunum frá landsins myndugleikum, hevur Effo tikiðavgerð um at tillaga virksemið á Effo støðunum kring landið.
Tilmælini frá landsins myndugleikum eru skerpað nógv seinastu tíðina. Neyðugt er at taka ølltilmæli í álvara og at verja bæði starvsfólk og viðskiftafólk fyri smittuvanda og smittuspjaðing.
Effo hevur tískil tikið avgerð um ikki at taka ímóti kundum inni í støðunum, men tað fer tó at veramøguligt at keypa brennievni alt samdøgrið úti við pumpurnar við gjaldskortið.
???Vit ynskja við hesum at ganga tilmælunum um at avmarka smittuvandan á møti, samstundis sumvit eru við til at halda samfelagshjólunum koyrandi, ið og við at tað framhaldandi ber til at keypabrennievni eins og áður???, sigur Janus Thomsen. Hann leggur samstundis afturat, at tað ikki erneyðugt at leggja inn undir seg (hamstra), tí tað er nokk av brennievni í landinum og at oljuveitingintil Føroyar heldur ótarnað fram.
Somuleiðis heldur øll oljuveiting til húsarhald, skip og vinnu fram ótarnað.
Støðirnar hava opið sum vanligt í dag, 18. mars, og fær broytingin sostatt virknað frá í morgin, 19.mars og stendur við til og við 31. mars
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald