Á fundi í Vága kommunu í kvøld, var einmælt samtykt at steðga við verkætlanini at byggja kirkjugarð ??ti á Bakka í Sandavági.
Í apríl í 2018 samtykti býráðið í Vága Kommunu at fara undir at gera nýggjan kirkjugarð ??ti á Bakka í Sandavági. Nógv fólk dáma ikki, at kirkjugarðurin verður lagdur har, eisini hevur verið tosað um kostnaðin, at tað fór at krevja nógvan pening, um nýggjur kirkjugarður, skal gerast ??ti á Bakka.
Í mars í ár vórðu undirskriftir samlaður, sum heldur mæla til aðra loysn (Sí viðheft her niðanfyri) - samlaðar vóru 448 undirskriftir, sum er áleið 67% av teimum ið hava vælrætt í Sandavági, undirskriftirnar vórðu handaðar borgarstjóranum 20. mars í ár.
Í kvøld hevur býráðið so einmælt samtykt at steðga við verkætlaniini at byggja kirkjugarð ??ti á Bakka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald