Politikkur

Edva er valevni fyri Sambandsflokkin til Løgtingsvalið

...

2019-07-07 19:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Samhald hevur víst mær tað álit aftur hesa ferð at stilla meg upp til Løgtingsvalið.

Tað geri eg við gleði, og eri sera spent upp á tíðina sum er fyri framman.

Her eru nøkur av mínum mongu hjartamálum

- Vinnan skal hava tryggar, stabilar og kappingarførar karmar at virka undir

- Sterkt heilsu- og almannaverk í tøttum samstarvi í ríkisfelagsskapinum

- Bestur karmar innan serøkini, íroknað bústaðarmøguleikar

- Fjølbroyttir íbúðarmøguleikar til allar málbólkar

- ??tnytta grøna orku har møguleiki er fyri tí.

- Bestu útbúgvingarmøguleikar til okkara ungdóm, bæði í Føroyum og aðra staðni.

- Viðgerðartrygd til allar føroyingar

- CPR-nr, sum ger tað lættari at virka í øllum ríkisfelagsskapinum, t.d. í útbúgvingar- og sjúkraørindum

- Fiskivinnuskipanin má endurskoðast. Uppboðssøla av fiskirættindum kann ikki brúkast

- Tryggan búskap - prístalsregulering av ríksiveitingini, størri játtan til vælferðartænastur

- Góðar karmar til felagsskapir, t.d. Kris, Provita, Herbergið og aðrar, so teir hava enn betri møguleika at virka til stórt gagn fyri tey menniskju, sum hava brúk fyri hjálp og teirra familjur

Eg brenni fyri at gera mun politiskt og um eg fái møguleikan, vil arbeiða hart fyri at skapa tryggar karmar, bæði vinnuliga, sosialt og fíggjarliga, og reka ein framtaksfúsan politik á kristiligum mentanarstøði.

Edva Jacobsen, valevni til Løgtingi fyri Sambandsflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder