Politikkur

Edmund Joensen og Michael Aastrup Jensen kalla ráðharrar í samráð

...

2020-10-23 12:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Nýggj handilsavtala og betur trygd: Edmund Joensen og Michael Aastrup Jensen kalla ráðharrar í samráð 

Edmund Joensen, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin, og Michael Aastrup Jensen, uttanríkisorðførari hjáVinstra, hava boðsent Jeppe Kofod, uttanríkismálaráðharra, og Trine Bramsen, verjumálaráðharra, í samráðum nýggja handilsavtalu millum Føroyar og ES og uppsetanina av einum radara í Føroyum. 

Edmund Joensen og Michael Aastrup Jensen (V) hava boðsent ráðharrunum Jeppe Kofod og Trine Bramsen ísamráð. Teir ynskja eina útmelding frá donsku stjórnini um handils- og trygdarstøðuna í Føroyum. Her undirhoyrir ein nýggj handilsavtala við ES og hvørji tiltøk eru neyðug fyri at tryggja ríkisfelagsskapin mótimøguligum hóttanum frá fremmandum stórveldum. 

Føroyski útflutningsmarknaðurin hevur í dag trupulleikar at náa vesturlendsku marknaðunum við summumvørum. Um stóri ES-marknaðurin verður opnaður fyri føroyskum útflutningi, verða Føroyar av sær sjálvumminni bundnar at teimum eysturlendsku marknaðunum, sum vit í dag útflyta nógv til. Tískil verða Føroyarheldur ikki á sama hátt í vanda fyri at verða líka útsettar fyri trýsti frá teimum ódemokratisku londunum íeysturi. 

Tí hava Edmund Joensen og Michael Aastrup Jensen biðið uttanríkismálaráðharra Jeppe Kofod greiða frá,um danska stjórnin ætlar at stuðla tí klára føroyska ynskinum, og áheitanina frá løgmanni til ES, um einaeina fríhandilsavtalu við ES. 

Harafturat er ráðharrin biðin um at greiða frá, hvussu danska stjórnin fer atarbeiða fyri eini føroyskari fríhandilsavtalu við ES.Harumframt hava Edmund Joensen og Michael Aastrup Jensen biðið verjumálaráðharra Trine Bramsengreiða frá, hvørji tiltøk stjórnin metir verða neyðug at tryggja fráveruna hjá fremmandum tjóðum í okkaraøki í Norðuratlantshavi og møguleika teirra at hótta ríkisfelagsskapin. 

Teir hava tí spurt ráðharran, um danska stjórnin saman við Landsstýrinum ætlar at stilla ein radara upp íFøroyum, soleiðis at man betrar um møguleikan at halda eyga við flogferðsluni í øllum ríkisfelagssakpinum.Eisini vilja teir hava ráðharran at greiða frá, í hvønn mun Landsstýrið verður inndrigið í møguligu ætlanirnar. 

Samráðið verður hildið í næstum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder