Í útvarpstíðindunum á miðdegi vissaði Jørgen Niclasen Føroya fólk um, at vit eru í eini djúpari kreppu. Maðurin er fíggjarmálaráðharri.
Hósdagin var Bárður á Steig Nielsen á forsíðuni á Sosialinum og heitti á føroyingar um at brúka pengar í Føroyum í summar.
Hesir báðir sita fremst í lokomotivinum, sum skal eitast at stýra hesum landinum. Men tað tykist ikki sum um, at teir hava stungið nakað sum helst felags mál út í kortið. Løgmaður hálar ein veg, meðan fíggjarmálaráðharrin hálar beint øvut.
Tí meðan annar førarin roynir at fáa fólk at brúka pengar til tess at minka um fíggjarligu niðurgongdina av koronasmittuni, so forskrekkir hin lívið úr fólki, so tey ikki tora at brúka eitt oyra.
Fíggjarmálaráðharrin man vera tann, sum hevur best innlit í, hvussu búskaparliga støðan hjá landinum er ha? Og tá hann sigur, at vit ikki bara eru í eini kreppu, men í eini djúpari kreppu, so má tað passa. Og um vit kunnu vænta, at alt fer av knóranum, at øll missa arbeiðið, og fólk eru í vanda fyri at missa hús og heim, sum jú er tað, sum hendir, tá eitt land er í eini djúpari kreppu, so ansa vit væl eftir pengunum.
Men hvat hendir so, tá vit ansa væl eftir pengunum? So minkar sølan. Og so fer alt á heysin. Og so hendir tað, sum fíggjarmálaráðharrin hevur biðið um.
Er tað veruliga so, at fíggjarmálaráðharrin fer út og uppfinnur eina djúpa kreppu fyri at fáa fakfeløgini til at strika kravið um lønarhækkan? So at hansara úrslit sum fíggjarmálaharri ikki sær verri út, enn tað longu ger?
Maðurin unnir vinum og kenningum kvotur fyri milliónaupphæddir, men fakfeløgini skulu vísa samfelagssinni, heldur hann.
Og tá fólk ikki fáa ta lønarhækkan, tey høvdu væntað sær, so eru enn færri krónur at spræna út aftur í samfelagið til tess at fáa hjólini at mala aftur.
Jú búskapurin er ávirkaður av koronasmittuni. Bæði í Føroyum og kring allan heimin. Men at staðfesta, at vit eru í eini djúpari kreppu, haldi eg vera djúpt óseriøst av fíggjarmálaráðharranum. Fremsta uppgávan hjá einum fíggjarmálaráðharra í eini tíð sum hesari, er at varðveita bjartskygnið í fólkinum, so vit tora at seta full segl til aftur, tá korona er ein farin tíð.
Hvat vil landsstýrið? Skulu vit keypa ella spara?
Heðin Mortensen, Javnaðarflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald