2020-02-26 22:35
Síðani valið 01. septembur 2019 hava politisku gjáirnar verið serliga djúpar.
Formaður Tjóðveldis og partar av sama flokki á Tingi hava týðuliga ilt av, at ein annar politiskur veruleiki sá dagsins ljós eftir valið.Í dag sóu vit so eisini, at stjørnuskot Javnaðarfloksins, Ingilín Strøm, byrjar at føra somu linju sum tey í Tjóðveldi. Hon sum annars hevur verið frammi við at hon helt at tónin á Tingi varð ov harðligur!
Retorikkurin er háandi og endamálið er at mistonkilig-gera Fólkaflokkin, teirra stuðlar, teirra valevni og teirra tingumboð, meðan endamálið eisini er at niðurgera Sambandið og at fáa stuðlarnar hjá Sambandinum at hugsa at tey eru í lummanum á Fólkaflokkinum.
Sami taktikkur sum sami flokkur stóð á odda fyri 2011-15.
Tað er til at skilja, at verandi andstøðuflokkar eru fortørnaðir yvir at teir mistu valdið.
Tað er eisini til at skilja at andstøðan vísir á tað sum tey halda at samgongan gerð skeivt.
Tað er eisini til at skilja, at Tjóðveldið er fortørnað um at tað stóra projektið, fiskivinnunýskipanin, datt á gólvið og sindraðist í 1000 petti.
Tað er eisini til at skilja, at uppaftur størri gerst frustratiónin um at samgongan eftir einari løtu megnaði at stykkja saman eina nýggja fiskivinnuskipan, sum longu nú gevur positivt afturljóð í vinnuni, treystitalið batnar og nýbygningar verða kontraktaðir.
Eg skilji væl at álitið á politisku skipanina er veikt, tá mistonkilig-gerð verður dyrkað dagliga, fyri at fáa gjáirnar so stórar og grefligar sum gjørligt á Tingi.
Vanligum politiskum retorikki fær ongin skaða av, har tað verður givið og tikið ímóti, har hugsjónir verða royndar av og brýndar í kantunum.
Men retorikkurin ið hevur verið brúktur higartil hesa tingsetuna, fær skipanin sjálv eftir mínum tykki skaða av.
So kann man spyrja seg sjálvan, um tað er endamálið sjálvt.
Eitt sum verður brúkt aftur og aftur er at sáa iva um parlamentariska grundarlagið, ið sitandi samgonga hevur. Sagt verður at tað kann ikki verða rætt, at 50,2% av stemmunum avgera alt.
Soleiðis er skipanin við demokratii samanskrúva, at meirlutin ræður.
Við at hyggja eftir valtølunum kemur tó fram ein onnur mynd enn serliga Tjóðveldi vil mana fram.
Samgonguflokkarnir A, B og H fingu 16996 atkvøður, meðan samgonguflokkarnir frá síðsta valskeiði fingu 14573 atkvøður. Ein munur uppá 2423 atkvøður.
Núverandi samgonguflokkar sita tí við valdinum við 14,3% fleiri atkvøðum enn
undanfarnu samgonguflokkar.
Samgonguflokkarnir A, B og H gingu fram á valinum við 7,1%, meðan undanfarnu samgonguflokkar gingu aftur við 7,8%.
Afturat sær hevur sitandi samgonga í flestum málum Sjálvstýri, so tá ivi verða sáddur um parlamentariska grundarlagið undir sitandi samgongu, so kann sigast at tað í øllum førum er munandi betri enn undir undanfarnu stjórn.
Fólkið hevur talað, fólkið vildi ikki hava undanfarnu samgonguflokkar at halda fram, vildi ikki hava undanfarna politikk at halda fram.
Tað er í lagi at verða súrur og keddur um tapið, men tað er ikki í lagi at týggja sær sum ein ið ætlar at knúsa allar grundsúlur undir skipanini. Hevur man tapt so rættar man kós, sleikir sárini og setur út í kortið av nýggjum.
Samfelagið hevur brúk fyri stabiliteti.
Samfelagið hevur brúk fyri at politikkarar verja demokratisku skipanina.
Samfelagið hevur brúk fyri at politikkarar tvørturum samgongu og andstøðu, hóast stórar hugsjónarligar munir, taka felagstøk fyri at bera førningin víðari fram á leið.
At avnokta hvønn annan, og uppá forhond ómøguliggera samstarv millum flokkar, er ein skeiv leið at ganga og vinnur ongin uppá í longdini, serliga ikki samfelagið.
Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald